Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
What the source reports
Seinasta vikuskiftið í august varð Norðfestivalurin hildin á Viðareiði, og tað var við danska rokkbólkinum D. A. D. sum høvuðsnavni. Sunnudagin eftir festivalin fekk eg høvið at hitta Søren Alfred Olsen, sum eisini er kendur sum Mand Overbord. Og Søren, ið er útbúgvin grafikari, hevur havt stóra ávirkan á visuella samleikan hjá D. A. D. Í samrøðuni sigur hann okkum eitt nú søguna um, hví Disneyland After Dark broytti navnið til D. A.
D. , samstundis sum hann eisini sigur okkum, hvussu bólkurin hátíðarhelt 40 ár í tónleikavinnuni. Og so nemur Søren eitt nú eisini við samstarvið við Kim Larsen, sum hann kendi frá sínum barna- og unglingaárum í Kerteminde. Grafikkur í tónleiki , í útvarpinum mikumorgunin klokkan 10 og á KVF Ljóð, tá ið tað passar tær. Undirheiti: Men hví broytti danski rokkbólkurin navnið? Ta søguna sigur Søren Alfred Olsen, ið hevur havt…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗