One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› CPR-nummur kunnu ikki longur nýtast sum eyðmerking

CPR-nummur kunnu ikki longur nýtast sum eyðmerking

Faroe IslandsBy Johnsigurd JohannesenOct 7, 2026, 7:48 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 7, 2026, 7:48 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Donsk persónnummur, sonevnd cpr-nummur, kunnu ikki longur nýtast sum eyðmerking, eftir at óviðkomandi hava útvegað sær ólógliga atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og persónsnummur hjá 8,8 milliónum fólkum í Danmark. - Tú kanst ikki longur rokna við at hava eyðmerkt ein ávísan borgara, um tú fært CPR-nummar. Tað er avleiðingin av hesum leka, segði stjórin í Stýrinum fyri samfelagstrygd, Laila Reenberg, á tíðindafundi í gjár. Dátuinnbrotið vardi í heilar tíggju dagar, og sigst hava verið, tí óviðkomandi hava misnýtt lógligu atgongdina hjá eini danskari fyritøku at leita í CPR-skránni. Laila Reenberg Laila Reenberg.

(Mynd: Emil Nicolai Helms/Emilnicolaihelms/Ritzau Scanpix) Fekk óvanliga stóra rokning Fyritøkur rinda eitt lítið gjald fyri at leita í skránni, og brotsverkið var avdúkað, tá eitt minni danskt felag fekk eina óvanliga stóra rokning. Tað boðaði Granskingar-, útbúgvingar- og talgildarmálaráðið frá gjár, uttan at vilja nevna, hvør fyritøkan er. - Vit vita ikki, hvat dáturnar verða brúktar til, og vit vita í løtuni ikki, hvør hevur gjørt hetta, men tað er eyðsæð at hugsa um svikaravirksemi, segði Reenberg. Serliga eru nøvn og bústaðir heintað, men eisini ber til at síggja hjúnabandsstøðu, skyldskap, ríkisborgararætt og líknandi upplýsingar. Stívliga 11 milliónir fólk…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS