Bretland undir trýsti: Trý lond krevja størri sjálvræði
What the source reports
Í Skotlandi arbeiðir SNP fyri einum sjálvstøðugum Skotlandi, í Wales hevur Plaid Cymru sama mál, og í Norðurírlandi vil Sinn Féin hava eitt sameint Írland. Støðan í Norðurírlandi er tó øðrvísi. Langafríggjadagsavtalan frá 1998 staðfestir møguleikan fyri fólkaatkvøðu um eitt sameint Írland, um undirtøka er fyri tí. Michelle O'Neill, fyrstiráðharri í Norðurírlandi og varaforkvinna í Sinn Féin, sigur, at bretska stjórnin ikki kann velja, hvørjir partar av avtaluni skulu haldast. – Tey kunnu ikki bara velja og vraka.
Hetta er ein altjóða avtala, sum vit hava, og sum vit vilja hava verður hildin, sigur Michelle O'Neill. Eingin meiriluti fyri loysing Enn er tó langt á mál, áðrenn Bretland verður býtt sundur. Sambært seinastu kanningunum taka 47 prosent undir við skotskum sjálvstýri, 32 prosent við sjálvstøðu í Wales, meðan 36 prosent í Norðurírlandi vilja hava eitt sameint Írland. Politiskt er støðan kortini broytt. Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, hevur gloppað dyrnar fyri einari nýggjari fólkaatkvøðu í Skotlandi, um greið undirtøka verður fyri henni. Kjarnin í kravinum hjá stjórnarleiðarunum í teimum trimum londunum…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗