One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Bjørn er væl móttikin

Bjørn er væl móttikin

Faroe IslandsBy Jógvan JákupssonOct 5, 2026, 5:01 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 5, 2026, 5:01 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

- Hann elskar at vera millum øll børnini. Og jú buldrasligari tað er, stuttligari er tað. Hann er púra við upp á tað. Tað sigur Hilma Ingibjørnsdóttir Eldevig, sum er stuðul hjá Bjørn. Hann er 5 ár, og hann býr og gongur á barnagarð í Hósvík. Hann hevur so eisini cerebrala paresu ella CP, sum tað eisini verður nevnt. - Í okkara føri merkir tað, at Bjørn hevur fingið ein føðiskaða, heilin hevur fingið skaða, og tað ger so tað, at kroppurin ger ikki tað, sum heilin vil. Hann ynskir at gera okkurt, men kroppurin ger tað ikki soleiðis, sum hann ætlar. Tað sigur Sarita Fríðheim, mamma Bjørn.

Og hon letur væl at teirri hjálp, sum hon og familjan hevur fingið. - Her í kommununi hevur tað verið ordiliga gott allan vegin ígjøgnum. Hann er á dagstovninum í bygdini - við stuðli -, og tað virkar ordiliga væl, tí hann hevur tørv á at vera millum børn í hansara aldri, bara við hjálp. Altjóða CP-dagur Í morgin, 6. oktobur, er altjóða CP-dagur. Tað fara tey at gera okkurt burtur úr á barnagarðinum við Stórheygg í Hósvík, har Bjørn gongur. - Vit hava hugsað, at øll børnini, sum koma í barnagarð í morgin, tey skulu vera í onkrum grønum, vit fara at eta grøna kaku. Bara tosa leysliga um, hvat CP er, á barnahædd. Tað sigur Hilma Eldevig, stuðul há Bjørn, og sum eisini er hjálparfólk við…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS