Benjamin Rajani: Vit verða ongantíð heilt liðug sum menniskju
What the source reports
Nær verður mann vaksin? Er tað, tá húgvan er komin á høvdið, útbúgvingin er liðug og arbeiðið fingið? Ella heldur leitanin eftir at finna sína egnu leið fram alt lívið? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum Benjamin Rajani viðger í sínum sangum. Hann vitjaði Studio 5 saman við unga gittarleikaranum Áron Poulsen. Hóast teir ongantíð høvdu spælt saman áður, og fyrstu ferð vandu saman kvøldið fyri sendingina, framførdu teir tríggjar sangir: Mánakvøld, Eitt tekin um lív og Í 20'unum. Beinleiðis úr studio 5, Benjamin Rajani, myndir: Bjarni Árting Rubeksen Frítekst tagging: Beinleiðis úr Studio 5 benjamin rajani myndir: Bjarni Árting Rubeksen Tónleikur Mynd: Bjarni Árting Rubeksen Ein øðrvísi útgáva 6. november kemur onnur heildarútgávan hjá Benjamin Rajani, Onkustaðni er ein viðarlund.
Á henni eru tíggju føroyskir sangir, sum millum annað snúgva seg um iva, mótgongd og at finna fótafesti í tilveruni. Benjamin sigur, at nýggja útgávan er rættiliga øðrvísi enn tann fyrra. Har fyrsta plátan var innvend, kensluborin og merkt av akustiskum ljóðførum, er nýggja útgávan meira popputt, elektronisk og útvend. Eisini tekstirnir venda í størri mun eygunum út móti samfelagnum. Ein av nýggju sangunum er Eitt tekin um lív, ið millum annað setur spurnartekin við strembanina eftir alla tíðina at hava tað gott. Benjamin, sum eisini er sálarfrøðingur, greiðir frá, at sangurin er sprottin úr eygleiðingum av menniskjum, sum stríðast. Boðskapurin er tó vónríkur. Líðing og mótgongd eru eisini ein partur av lívinum, og tað ber ikki altíð til at sleppa undan teimum. At vera menniskja er ein støðug leitan Í sanginum Í 20'unum viðger Benjamin tær væntanir, sum ung fólk kunnu merkja, tá tey skulu velja útbúgving, finna kærleikan og skapa sær eina framtíð. Sjálvur heldur hann ikki, at menniskju…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗