Badminton: Føroyar blástu Gibraltar um koll
What the source reports
Føroyar fingu góða byrjan upp á badmintonkappingina fyri smátjóðir, sum er í Havn hetta vikuskiftið. Vertirnir vunnu allar fimm dystirnar ímóti Gibraltar og harvið liðdystin 5-0. Eisini í einstøku dystunum var munurin stórur. Í einmansleiki vann 17 ára gamli Jafet Rasmussen 2-0 við settúrslitunum 15-10 og 15-8 á Joshua Montado, meðan Ranja Joensen vann 15-1 og 15-4 og harvið eisini 2-0. Magnus Dal-Christiansen og Jónas Djurhuus mannaðu tvímansleikin við monnum og vunnu 2-0. Settini endaðu 15-9 og 15-10.
Hjá kvinnum sigraðu Bjarnhild í Buð Justinussen og Mia Thorkildshøj 15-8 og 15-4 og harvið 2-0. Í blandaða tvímansleikinum vóru Rúni Øster og Miriam í Grótinum náðileys og vunnu 15-3 og 15-4 á Alison Jessen og Kasper Thy Jessen. Við greiða sigrinum hava Føroyar tryggja sær plássið í miðumfarinum. Í morgin verður bólkafinalan ímóti sterka íslendska liðnum, sum vann kappingina í 2024. Ísland vann eisini greitt á Gibraltar seinnapartin í dag, so lagt er upp til spennandi dyst í morgin. Undirheiti: Føroyska badmintonliðið smurdi…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗